04. desember 2017

KFUM skótarnir í Føroyum

Frágreiðing um luttøku á World Scout Moot

World Scout Moot var 25. Juli til 2. August 2017 og var hon í Íslandi í Ulfljótsvatn.

Úr Føroyum vóru 4 luttakarar, ið fóru avstað, 2 úr KFUM skótunum í Føroyum og 2 úr Føroya skótasamband. 2 av luttakarunum vóru yngri enn 25 ár og vóru tískil roknaðir sum luttakarar, meðan 2 vóru eldri enn 25 ár og vóru tí við sum ISTarar (t.e. Internation Service Team), ið hava ymiskar uppgávur á leguni, so sum at hjálpa við at gera mat og hjálpa til við ymsum virksemi. Hesi, ið vóru við sum ISTarar, høvdu tó fleiri frídagar, har møguleiki var fyri at uppliva ymisk virksemi á leguni.

Á Moot vóru fleiri luttakarar úr fleiri ymiskum londum og øll møttust her í Íslandi at samansjóðast, uppliva ymisk virksemi saman og at skapa minnir fyri lívið. Á Moot vóru á leið 5000 luttakarar úr øllum heiminum.

Rover mooot byrjaði við at øll møttust í eini ítrottarhøll har man beinavegin bleiv byttur upp í expendition center og síðan var ein open sermoni. Aftaná tað fór man til expedition center, har tað hjá føroysku lutakarinum var í Akranesi. Meðan man var í Akranesi, slapp man upp á akrafall, cemuty servis, túr til vitan í akranes, síða, gongutúr í bygdini, og ein túr til stronduna í akranes at rógva kajak. Aftaná man hevði verii akranes fór man til skótasentri har man fór til ymisk aktivtedir t.d læra um ísland, gudalæru, ferslutrygd og annað.

Fleiri kvøld møttist man við pallin, har ymiskar konsertur og hugnaløtur vóru – í grundini stór, felags legubál. Eisini gekk man runt á leguøkinum og lærdi ymisk skótar at kenna og lærdi um mentan teirra.

Høvuðsendamálið við World Scout Moot er at geva luttakarum og ISTarum eina heildarfatan av, hvat tað merkir at vera partur av eini heimsorganisatión og at vera ein rættur skóti. Á hesi leguni verður tí altíð lagt upp til, at mann lærir hvønn annan at kenna og lærir um skótalívið aðrastaðni í heiminum. Tískil eru fleiri virksemi, ið ein kann vera við til, sum eru bygd upp rundan um hesa fatan: at læra um hvønn annan og at læra um skótarørslurnar aðrastaðni.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023