12. januar 2018

Blákross Ungdómur Toftir/Rituvík

Frágreiðing um sangtiltak

Bátafestivalurin var á Toftum 6. Mai. 2017. Tey sum skipa fyri, hava nú fyri 3 árið boði okkum at hava eitt sangtiltak, sum vit kalla Blákross-ungdómsmøti, sum var fríggjakvøldið 5. mai 2017.

Vit royndu at raka ein breiðan bólk av fólki, tá vit hava skipa fyri hesum tiktakinum. Í ár vóru umleið 450 fólk tilsamans til tiltakið og vardi frá kl.19.30 til kl.01.30.

Tiltakið og skráðin er bæði fyri ung og eldri, tað er deilt upp soleiðis at skráðin er fyri tey eldru fyrst á kvøldinum og fyri teimum ungu seinni á kvøldinum.

Skráðin sum var fyri tey ungu byrjaði kl.23:00.

  • Sangkvinnan Dania Tausen sang nakrar sangir.
  • Suppa var bjóða til øll.
  • Ungdómsbrak ,við dansi kendur frá Teen-Street (ungdóms sangur verður sungin og øll dansa líka.)
  • Viðingurin vísti síni ljóðkynstur, 2 gentur sungu.

Ungdómsbraki riggaði væl í ár, nógv ung vóru og hugnaðu sær allastanist frá í landinum. Serliga tá teen-Street dansurin var við sangi, var gott og orduligt lív í tjaldinu. Vit høvdu valgt at bið ung sum vanliga standa fyri lovsangi í Nesvík og samkomun her í skálafjørðinum at standa fyri sangi og tónleiki, og fingu tey.

Tiltakið riggaði væl og eru vit biðin longu aftur í 2018 at skipað fyri einari líknandi løtu.

Vh
Johnleif Gerðisá

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023