18. januar 2018

Havnar KFUK skótar

Frágreiðing um Spejdernes lejr

Á sumri 2017 høvdu 7 skótar saman við tveimum leiðararum sett sær fyri
at fara við á stóru, altjóða skótaleguna, Spejdernes Lejr 2017, sum var í
Sønderborg í Danmark 22. - 30. juli 2017.

Temaið fyri leguna var "vi sætter spor" og tað var hetta, sum var karmurin
um leguna bæði í felagsskapinum millum skótarnar, sum komu úr øllum
heiminum og eisini á undirlegunum.
Vit búðu á einari undirlegu, ið kallaðist Broen, saman við skótum frá
Ikast/Brande. Allir útlendskir skótar á leguni skuldu búgva saman við einum
donskum liði. Vit búðu saman við grønum gentuskótum frá Isenvad.
Tað var stuttligt fyri okkum frá Havn, at síggja og verða við, tá ein stór
summarlega verður bygd upp frá grundini. Vit høvdu keypt okkum eitt
stórt, nýtt tjald til leguna. Genturnar frá Isenvad komu beinanvegin at
hjálpa okkum at reisa tað upp. Aftaná varð farið í gongd at innrætta plássið,
har vit skuldu búleikast næstu átta dagarnar.

Vit hava í okkara bólki ikki átt raftir í fleiri ár – so stuttligt varð hjá okkum at royna hetta. Saman við gentunum frá Isenvad bygdu vit eitt stórt borð, sum bæði var spísiborð og køksborð. Tað var skjótt vit lærdu, hvussu ymsu knútarnir og surringarnar skuldu gerast. Vit gróvu eitt stórt bálpláss og eina djúpa feittfellu. Hetta bleiv alt gjørt meðan veðrið skifti millum sól og oysandi regn.

Tað var smíl og hjálpsemi millum genturnar meðan legan bleiv bygd upp. Og eitt gott samanhald kom beinanvegin millum báðar bólkarnar. Spor vóru sett.

Til ta stóru leguna høvdu vaksnir, danskir skótar í langa tíð frammanundan fyrireikað at byggja eitt stórt legueyðkenni. Eitt sum verður standandi eftir, tá legan er endað. Hetta var ein risa stórur "gongustivli" við útsýnistorni yvir alla leguna og niður yvir gøtuna har 43 ymisk fløgg veittraðu hvønn dag. Eisini okkara flagg, Merkið var harímillum.
Hvør undirlega hevði eitt torg við kunningarskrivstovu, kiosk, café og matgoymslu. Eisini var eitt stórt samlingspláss umgyrt við fløggum - her bleiv Merkið vundið á stong hvønn morgun - og vóru tað okkara gentur, ið høvdu ábyrgd av tí.
Baden Powell, sum stovnaði skótarørsluna, segði, at legulív er ein
týðandi partur í skótaarbeiðinum, ið hugtekur allar skótar, gevur teimum
sjálvsálit, lærir teir sjálvbjargni – og gevur teimum góða heilsu. Ein altjóða
lega stimbrar eisini førleikan hjá skótunum at liva og virka í einum
fólkaræðisligum samfelagi og stimbrar teirra tolsemi og virðing fyri
medmenniskjum, uttan mun til húðarlit, politiska ella átrúnaðarliga áskoðan. Við
hesum í huga, eru Havnar KFUK-skótar ofta á altjóða skótalegum.

Gerandisdagurin á einari summarlegu er fyltur við upplivingum frá teimum virksemum og verkligum uppgávum, sum skótarnir skulu til og sum teir skiftast um at taka ábyrgd av. Høgga brenni, heinta vatn, kynda bál, heinta og gera mat, vaska upp, halda økið og tjaldið ruddiligt, vaska wc-bygningar og brúsubygningar og nógv, nógv annað.
Hvør morgun byrjaði við at fløggini blivu vundin á stong, so var morgunmatur og síðan andakt. Aftaná komu ymisku virksemini á skránna. Nógv góð og spennandi virksemi eru á einari so stórari legu. Nøkur velir tú sjálv og onnur eru fast á skránni. Vit vóru t.d. við til "kulturspejder" har vit vóru á ferð og vitjaðu ymisk lond og lærdu eitt sindur um teirra mentan - vit skuldu t.d. falda ein trana úr Japan. Eitt annað virksemi kallaðist "Scispejd" - her skuldu vit royna at flyta ein bil við raftum, reipi og taljum. Jú, við góðumsamstarvi eydnaðist hetta okkum.

Skótalegan lá í Sønderborg, sum liggur í suðurjýllandi. Suðurjýlland er kent í Danmark fyri sína serligu mentan, sum brýtur frá restina av landinum. Ein heilur dagur á leguni varð settur av til hetta - "synnejyskdaw". Á henda hátt fingu allir skótarnir kunnleika til mentanina. T.d. ringríðing. Skótarnir skuldu evna eitt ross, sum kundi bera ein skóta, sum við langspjóti skuldi royna at taka ein ring niður. Til døgurða hetta kvøldið fingu øll "snysk" borðreitt saman við ringríðarapylsum. Dagurin endaði við einum stórum
køkuborði. Allir skótabólkarnir í býlinginum høvdu gjørt hvør sína køku/dessert.

Ein dagin vóru vit inni í býnum Sønderborg. Vit komu framvið standmyndini av ringríðaranum, sum okkara føroyski listamaður, H.P. Olsen hevur gjørt. Vit vóru í einari handilsmiðstøð og keyptu og ótu mat frá burgara-konginum. Áðrenn vit fóru heim aftur á leguna, sluppu vit allar í svimjihøllina ein túr. Tað er ikki so galið, tá tú hevur búleikast fleiri dagar í tjaldi í oysandi regni.

Á leguni vóru nógvir aðrir føroyskir skótar. Saman við teimum framførdu vit føroyskan dans til eitt altjóða legubál. Vit vóru eisini á legu á Ólavsøku og hittust allir føroyingarnir eina løtu til felagssang.

Eitt kvøld vóru vit til eina stóra uttandura leguguðstænastu. Her fingu øll seðlar at skriva á - hvør hevði sett spor á okkum og hvønn vit høvdu sett spor á? Vit eru sannførdar um, at allar hava sett spor á hvørja aðra við okkara jaliga lyndi og okkara góða hýri, sjálvt um vit vassaðu í runu upp til knøini og gingu í oysandi regni so at siga hvønn dag. Stuttleiki og blíðsemi fyri hvørjum øðrum, gjørdi at felagsskapurin bara vaks.

Eitt annað kvøld vóru vit tríggir skótabólkar, ið hittust at borðreiða mat frá okkara landi fyri hvørjum øðrum. Eitt danskt lið, ein bólkur frá Oman og so vit. Tað sást týðiliga, at hetta vóru trý ymisk lond við serligari mentan, ið hittust. Vit borðreiddu við turrum fiski og kókaðum eplum. Tá okkara skótar fara í onnur lond á legu, fáa tær altíð serlig hvít turrikløð við bláari og reyðari rond. Okkara skótar upplivdu beinan vegin, at hetta vóru turriklæði, aðrir skótar sera fegnir vildu ognar sær. Tað er vanligt, at skótar á altjóða legum, býta um skótamerki, turriklæði o.a. fyri at fáa eitt minnið um tey, tey hava møtt á leguni.

Síðsta kvøldið á leguni gjørdu skótarnir nógv burtur úr at finna júst tann skótan aftur,
tey høvdu avtalað at býta turriklæði um við.

37.000 skótar, danskir og útlendskir búleikaðust í átta dagar á SL 2017 í Sønderborg. Allir vóru við at pakka alt saman aftur, tá legan endaði. Einasta, sum nú sæst eftir á markini, er risa stóri gongustivlin, legueyðkennið, ið kann vitjast. Málið, við at skótarnir skuldu seta spor í seg sjálvan og onnur, er væl rokkið.

Áðrenn farið varð avstað, høvdu skótarnir havt ymisk tiltøk fyri at savna pening at fíggja part av leguni. Eisini arbeiddu skótarnir við einum dugnaðarmerki um Føroyar. Vit halda nevniliga, at tað hevur týdning, at kenna sína egnu mentan eisini, tá tú skal møta øðrum.
Okkara skótar vóru tveir dagar í Keypmannahavn áðrenn leguna og aftaná leguna vóru teir tveir dagar í Give. Dagarnir blivu brúktir til ymsar upplivingar. Ein túr í Den Blå Planet, sigldu við rutubussum, koyrdu í  metro og toki. Vitjaðu Norsku Sjómannskirkjuna og Vor Frelsers Kirkju og gongutúr á Kristianshavn. Og annars bara at vera á Skótadeplinum á Holmen.

Í Give fóru vit at svimja, í Legoland og ein dag við toki til Vejle. Tá keyptu genturnar tinganeyst til systkin og onnur í familjuni og okkurt til sín sjálvs.
Havnar KFUK-skótar kunnu við gleði síggja aftur á summarið 2017 í Danmark. Minnini og stóri skótafelagsskapurin hevur sett síni góðu spor í allar sum vóru við.

Vit takka FUR hjartaliga fyri stuðulin.

Blíðar heilsanir
Havnar KFUK – skótar
Eva, Johanna Sofía, Anni Helena, Lív, Christina, Jonna, Hildigunn, Mirjam og Astrid

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023