27. mars 2019

Ung í dansi

Frágreiðing frá dansiferð til Svøríkis í samband við Nordlek

Endamálið við ferðini var, at geva føroyskum ungum dansiáhugaðum ein møguleika at koma at kenna onnur norðurlendsk ung, ið eisini hava fólkadans sum áhuga.

Samstundis, sum tey møttu nýggjum vinum, fingu tey eisini kunnleika til norðurlendskan fólkadans, eins og hesi føroysku ungu góvu norðurlendingum innlit í tann føroyska dansin og føroyska mentan.

Í samband við Nordlek, ið er ein norðurlendsk dansistevna, var skipað fyri eini ungdómslegu, Nordisk sommarläger, fyri ung millum 13-25 ár. Ungdómslegan var frá 7.-9. juli 2018, og Nordlek er frá 10.-15. juli 2018. Tey ungu, ið luttóku á ungdómsleguni, luttóku eisini á Nordlek saman við norðurlendingum í øllum aldri.

Teir føroysku luttakararnir vóru 9 í tali, og koma tey ymsa staðni frá í landinum. Aldurin á teimum føroysku luttakarunum var millum 17 og 24. Tey eru øll limir í Ung í dansi, ið er felag fyri føroyskar ungdómar, ið hava áhuga í føroyskum dansi. Ung í dansi er eitt limafelag í Sláið Ring, ið er føroyskum dansi at frama.

Á slíkum dansistevnum er tann føroyski dansurin eitt, ið øll samlast um, óansæð hvar tú kemur frá. Hetta gevur teimum ungu eitt gott høvi at royna seg við m.a. at skipa eitt kvæði, og kann eisini vera við til at hesi ungu verða verandi í tí føroyska dansinum, ið er ein av okkara mentanararvum.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023