07. november 2019

Amnesty Ung

Frágreiðing um tiltak - frá barnabrúður í Somalia til aktivist í Íslandi

Ungdómsbólkurin hjá Amnesty hevur sett sær fyri at seta fokus á ung og aktivismu. Hetta skal gerast við støði í Amnesty átakið, sum kallast DIRVI. Hetta tiltakið er partur av eini størri verkætlan, sum snýr seg um at varpa ljós á ungdómsaktivismu.

Fyrsta av fleiri tiltøkum var tiltakið "Frá barnabrúður í Somalia til aktivist í Íslandi." Stuðulin frá FUR var ein stóru hjálp og orsøkin til, at vit kundu gjøgnumføra tiltakið, og vit takka hjartaliga fyri stuðulin frá FUR.

Ungdómsbólkurin hjá Amnesty bjóðaði Najmo Fyiasko til Føroyar. Hon er ein sterk ungdómsrødd, ein aktivist og ein genta, sum persónliga kann greiða frá eini lívslagnu, sum fyri okkum ung í Føroyum tykist púra óverulig, og tó so ótrúliga inspirerandi og týdningarmikil. Vit hildu, at hetta var ein rødd, sum vit bara máttu sleppa at hoyra og lata onnur í Føroyum hoyra.

Í samband við hennara vitjan varð skipað fyri almennum fyrilestri á Fólksins í 2018 (Fólkafundur í Tórsgøtu). Og Najmo tosaði eisini á trimum skúlum: Glasi, Meginskúlanum á Oyrabakka og skúlanum á Giljanesi. Hon greiddi frá, hvussu lívið hjá eini gentu kann vera, sum kemur úr Somalia, og sum er offur fyri eini mentanarligari hugsjón, har gentur og kvinnur ikki hava somu rættindi, og um hvussu tað er at vera flóttafólk á ferð norður ígjøgnum Afrika og Evropa. Eins og hon
eisini fortaldi við sterkari rødd um, hvussu hon

í dag er hon ungdómsaktivst og kempar fyri kvinnurættindum og serliga rættindum hjá gentum í Somalia. Ígjøgnum serliga sosialar miðlar og YouTube ger hon innsløg, har hon tosar á somaliskum til somaliskar gentur um, hvussu tær skulu krevja sín rætt.

Samanumtikið var vitjanin av Najmo ein stórur íblástur fyri limirnar í ungdómsbólkinum. At fáa høvi at tosa persónliga við eini gentu, sum hevur verið ígjøgnum so nógv, og sum hevur evnini at greiða frá, soleiðis at hárini reisa seg. Vitjanin førdi eisini við sær, at vit skipaðu fyri einum almennum tiltakið og trimum skúlavitjanum, har serliga ung fingu høvi at hoyra søguna hjá Najmo og um, hvussu hon
roynir at broyta heimin.

Framløgan hjá Najmo á Fólksins 2018 sæst á facebook síðuni hjá Amnesty
International Føroyar.
Har ber til at hoyra um, hvussu Najmo fortaldi um hennara lív, um at hon í dagbýr í Íslandi, men er upprunaliga úr Somalia. Pápi hennara var aktivistur og stríddist m.a. fyri rættindunum hjá gentum. Men tá Najmo var 11 ára gomul varð hann myrdur. “Tey vildu drepa hansara hugsjónir. Men eg vil tryggja, at tær liva víðari. Eg vil vera tann røddin, sum tey royndu at drepa.” Soleiðis segði Najmo, sum 13 ára gomul einsamøll flýddi úr Somalia frá einum tvungnum hjúnabandi. Einsamøll megnaði hon at ferðast norður ígjøgnum Sahara, Sudan, Malta og endaði í Íslandi.

Hon er nú ein djørv ungdómsrødd, sum ynskir at varpa ljós rættindi hjá gentum. Og tað var sera inspirerandi at hoyra, hvussu hon í dag kempar og hevur so nógva orku. Hon er so indignerað og full í stríðsvilja. Hóast hennara stíð er við til, at hon neyvan kann ferðast aftur til Somalia at hitta sína familju. Vegna sína aktivismu er hennara lív í vanda, um hon valdi at ferðast aftur. Tí tey eru mong, sum síggja ein sterka unge gentu, sum alment torir at siga, at gentur skulu krevja sín rætt.

Eisini ber til at lesa um hennara søgu her.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023