13. apríl 2021

Sosialistisk Ung

Frágreiðing frá luttøku á UNR í november 2019

Umboð fyri SU Herborg Gaardlykke og Karin Reginsdóttir Joensen, luttóku á UNR fundi í november 2019 í Svøríki.

Fleiri týdningarmikil mál vóru á skránni, sum SU umboðini høvdu fyrireikað seg væl til.

Her kann m.a. nevnast, at síðsta mál, sum varð samtykt á fundinum, var, at Føroyar skal hava egnan sess í Norðurlandaráðnum.

Málið varð samtykt, og umboðini eru sannførd um, at øll, bæði tjóðskapar- og sambandsfólk, vóru fegin um hetta málið. Hetta var eitt av teimum málunum, sum beinleiðis varð ætlað føroyingum.

Ein høg raðfesting var at vísa hinum grannalondunum á, hvat Føroyar sum tjóð er, hóast Føroyar eru  ríkisfelagsskapi við Danmark.

Sum heild kann sigast, at umboðini SU eru sera fegin um álitið, ið verður víst í UNR.

Árligi fundurin var á aðrar mátar ein serligur fundur. Á fundinum skuldi nýggir forseti veljast, ið skuldi avloysa Barbaru Gaardlykke Apol. Barbara hevur sitið sum forseti í eitt ár. Umboðini fegnaðust um tað megnar arbeiði, Barbara hevur gjørt, ið m.a. er at styrkja um samtarvið við hini londini í Norðurlandaráðnum.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023