27. mai 2020

Ung fyri miðflokkin

Frágreiðing um røð av almennum kjak tiltøkum í 2016

Tað fyrsta tiltakið var t. 14. juli 2016 í Posthúskjallarinum. Tá hevði Bill Justinussen ein fyrilestur um hvussu vit brúktu neyð- og menningarhjálpina, ið hvørt ár verður avsett av fíggjarlógini. Bill greiddi frá hvussu Løgtingið og Landsstýrið viðgera umsóknir til meninngarátøk, og vit fingu innlit í hvørjar verkætlanir eru stuðlaður síðstu árini. Aftaná kom Jón Klein Olsen, vegna Fólkaheilsuráðinum, at fortelja um rúsevnir. Jón greiddi frá hvussu politiski myndugleikin best lóggevur á økinum, og hví tað hevur týdning at hava ein strangan rúsevnispolitikk.

Næsta tiltakið var t. 21. januar 2017 skipaði UfM fyri eitt tiltak um rúsdrekkapolitikk í Perluni. Fyrst hevði Pál Weihe ein fyrilestur um hvørji tilmælir Fólkaheilsuráðið hevur til rúsdrekkapolitikk, og hvussu vit best halda rúsdrekkanýtsluna niðri og hví tað hevur týdning. Aftaná kjakaðust Ruth Vang(F), Bill Justinussen(H), Kaj Leo Holm Johannesen(B) og Jørgen Niclasen(A) um rúsdrekkalógina, Dánjal av Rana var orðstýrari.

Triðja tiltakið var 11. juli 2017 skipaði UfM fyri einum kjaktiltaki um fosturtøkulógina í Perluni. Í kjakinum luttóku Rani A. Skaalum(H), Ruth Vang(F), Katrin Kallsberg(E), Barbara Gaardlykke Apol(SU) og Jórun Pólsdóttir (Pro Vita). Rebekka Manuela Behrens var orðstýrari.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023