03. august 2020

Sosialistisk Ung

Frágreiðing um tiltak fyri nýggjar limir í Haraldssundi 25. januar 2020
25. januar 2020 skipaði Ungmannafelagið SU Norð fyri fundi í Haraldssundi. Fundurin var fyri allar limir í Sosialistisk Ung og onnur áhugað.

Á fundinum avgjørdu limirnir m.a. hvønn leiklut hvør einstaki skuldi hava í lokalfelagnum. Eisini varð hugt eftir roknskapi frá farna árinum. Nýggju limirnir fingu upplýst um politiskt arbeiði og dentur varð serliga lagdur á fólkaræðið og hvørjir møguleikar finnast í fólkaræðnum.

Eftir fundin spældu limirnir felagsspøl, sungu felagssangir, ótu góðan mat og høvdu tað bara stuttligt sum heild. Møguleiki var eisini at gista í Haraldssundi.

Hetta var ein góður møguleiki at læra hvønn annan betur at kenna og skapa ett gott samanhald. Tann 26. januar varð morgunmatur serveraður og eftir morgunmatin varð ein felagshugnaløta hildin í svimjihøllini í Klaksvík.

Samanumtikið, varð hetta er læruríkur stuttligur dagur og trygt er at siga, at limirnir fóru heim aftur við vitan um at tey fingu nýggjar vinir og nógva nýggja vitan.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023