Les og lær í Føroyum

Útbúgvingar í Føroyum savnaðar á einum staði - les.fo

Hvat er á les.fo?

les.fo lýsir útbúgvingar bæði til ung í skúla, ung í læru, víðari lestur og til vaksin. Eisini er ymisk viðkomandi kunning til dømis um stuðulsmøguleikar, hagtøl um útbúgvingar, leiðbeining um hvussu tú velur eina útbúgving og ymisk góð ráð.  

Á forsíðuni í ovasta bredda sært tú upplýsingar um lestrarvegleiðingar á skúlunum.

Endamál

Endamálið við Les og Lær í Føroyum er at vera tær ein hjálp, tá ið tú velur tær tína útbúgvingarleið við at geva greiða og dagførda kunning um útbúgvingar í Føroyum og viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.

Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið, skúlar kring landið og viðkomandi stovnar og fyritøkur.

 

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frálæra í Pokemon sum kortspæl

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Føroya KFUK Skótar

K-Lega 2026

KFUM- og KFUK-skótarnir í Fuglafirði

Ferð til Grønlands