Tak væl ímóti

Faldari við einfaldum loysnum og uppskotum um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í felagsskapum

FUR, ÍSF og ABC hava arbeitt saman um at seta fokus á trivnaðin við at gera faldaran “TAK VÆL ÍMÓTI”.

Faldarin kann heintast her.

Hvønn vendir faldarin sær til?

Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum. Faldarin fæst við at venda sær til FUR ella til ÍSF.

Her havi eg hug at koma aftur!

Vit ynskja øll at hava kensluna: ”Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun.

Draga til sín og fasthalda

Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.

Vit vóna, at faldarin verður viðvirkandi til at økja tilvitanina úti í felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023