Amnesty Ung skipaði fyri trimum verkstovum, sum á hvønn sín hátt høvdu til endamáls at styrkja røddina hjá ungum í føroyska samfelagnum. Verkstovurnar vóru sera gagnligar fyri tey, sum lúttóku. Vit í Amnesty Ung takka FUR fyri stuðulin.
Tann fyrsta verkstovan snúði seg um visuelt samskifti, og varð hildin av Miu Smith, ið er grafiskur sniðgevi. Á verkstovuni lærdu luttakararnir um, hvussu man visuelt samskiftir sín boðskap við uppbygnaði, litum, skriftum og myndum. Harumframt fingu luttakararnir eisini grundleggjandi vitan um telduforritið Canva. Ymiskir aldursbólkar komu til verkstovuna, men hetta var eitt tiltak, sum serliga tey yngri vístu áhuga í. Á verkstovuni bjóðaðu vit pizza.
Næsta verkstovan var hildin av Ronas F. Korkmaz úr Danmark og snúði seg um, hvussu man kann gera sítt hugskot til veruleika. Ronas hevur arbeitt fyri at enda rasismu, mismun og haturstalu og skapa eitt meira inkluderandi og fjølment samfelag í Keypmannahavn, har hann er eitt týdningarmikið umboð fyri ung við minniluta-etniskum uppruna. Á verkstovuni skuldu luttakararnir finna kreativitetin fram og gera ymiskar skitsu-venjingar fyri at seta hugflogið ígongd um, hvussu vit ungu við at skipa fyri átøkum kunnu gera mun í samfelagnum. Á verkstovuni vóru bæði ung, ið longu hava verið virkin í ymsum feløgum, og ung, sum ikki vóru virkin enn, men høvdu nógv góð hugskot til, hvussu vit kunnu bøta um okkara samfelag. Vit bjóðaðu ábit í steðginum.
Argumentatións-verkstovan var okkara triðja og síðsta verkstova. Hon var hildin av miðlafrøðingi, Bjarna Arge. Á verkstovuni fingu luttakarnir ítøkilig retorisk amboð, ið høvdu til endamáls at styrkja teirra førleikar at argumentera, fáa ein boðskap greitt fram samstundis við at fanga áhoyran. Undirtøkan til verkstovuna var so góð, at vit gjørdu av at halda eina verkstovu afturat. Á verkstovunum bjóðaðu vit pizza.