08. august 2023

Amnesty Ung

Frágreiðing um mannarættindacafé 2. apríl 2022

Amnesty Ung skipaði fyri Mannarættindakafé, har evnið integratión varð viðgjørt.

Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty Føroyum, byrjaði kvøldið við at greiða frá um mannarættindi og søguna hjá Amnesty International. Síðani segði hon frá føroysku deildini hjá felagsskapinum, og hvørjum tey arbeiða við.

Annika Malunardóttir og Sólvør á Løgmansbø frá Amnesty Ung greiddu frá um Amnesty Ung: hvussu vit arbeiða og hvat vit gera.

Síðani var integratión á skránni. David Im, sum er integratiónssamskipari á Útlendingastovuni og fluttur til Føroya, greiddi fyrst frá um integratión: hvat tað er, og hvat tað krevur av samfelagi og fólki.

Síðandi kom Lot Lot, sum er fødd í Thailandi og flutt til Føroya, á pallin og segði okkum hennara søgu at flyta úr heimlandinum og til eitt nýtt land. Eisini var stand up við Svannu og konsert við Telemama.

Fitt av fólki vórðu møtt upp til tiltakið, og vit øll gjørdust klókari um, hvat integratión merkir - sjálvt hugtakið og eisini hvat krevst fyri eina góða integratión - og hvønn týdning tað hevur fyri einstaklingin og samfelagið, at allir borgarar í samfelagnum er væl integreraðir.

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022