Tabletop Føroyar setti 2025 av til at vera Pokemon ár. Øllum, sum dáma pokemon skulu kunnu læra at spæla pokemon! Pokemonkort er eitt vældámt leika, sum mong kenna til men fá duga at spæla. Hetta var nakað Tabletop Føroyar som borðspælfelag vil broyta. Tí fór Tabletop undir at skipa fyri tiltøkum har undirvísing í at spæla pokemon var á skránni. Verkætlanin byrjaði við at Tabletop fekk spælimáttur og pokemonspælisett og orkukort til vega so at øll sum møtti til tiltøkini kunnu spæla hóast tey ikki átti sínu egnu kort. á tiltøkunum ognaði luttakarar sær pokemon orkukort “Energy” soleiðis at teir høvdu tað sum skal til fyri at kunna brúka síni kort at spæla við. Spælimátturnar og spælisettini (pokemon decks) felagið nú hevur gera tað lætt at kunna byrja uppá at spæla pokemon. Hesi kort kunnu øll spæla við á vikuligu borðspælskvøldum hjá Tabletop, í Vestmanna, Tórsahavn, og í Vagi. Í Samstarv við Býarbókasavnið í Havn skipaði Tabletop Føroyar fyri Pokémom tiltøkum. Hetta eru dagar har undirvíst varð í pokemon kortspælinum, mánadagar frá 16.30-19.00 á ungdómsdeildini . Hetta var eitt tiltak sum varð kallað pokemonday. Í alt vóru tað 10 slíkir pokemon-mánadagar í Býarbókasavninum 3.mars 10.mars 17.mars 24.mars 31.mars 7.apríl. 14.apríl 3.Novembur 10.Nov. 17.nov 24. nov og 1. Decembur. Til hesi tiltøkini møtti nógv børn í aldrinum 8-14 ár. Eisini komu nakrir garvaðir unglingar við til tiltøkini Ígjøgnum árið var av og á eisini lagt eyka dentur á at læra fólk at spæla pokémon á borðspælkvøldum Tabletop skipar fyri. Og eisini á serligum døgum sum árligu borðspælsleguni SvínaVágacon Arbeidd varð eisini við at gera eitt skriv ætlað skúlum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, og foreldrum sum greiðir frá endmálinum við pokemonkortspælinum. Skrivið er ikki sent út, men verður tað tá ið felagið fer í tættari samstarv við skúlar skúlar um undirvísing av pokémonkortspælinum. Skrivið kann lesast á heimasíðini hjá felagnum www.tabletop.fo Afturat hesum var eisini ein spælihjálp gjørd til spælið har reglurnar vóru týddar til føroyskt. Spælihjálpin lýsir tær grundleggjandi reglurnar fyri spælið, so ein skjótt kann koma ígongd og so eisini tær truplu reglunar som mangan ivi stendst um.