
Grundgeving fyri at lata FUR Heiðurslønina til Ásu Olsen
Ása hevur verið virkin skóti í yvir 50 ár. Hon hevur verið leiðari hjá Havnar KFUK skótum øll árini, mest á títlingaliðnum. Ása var við til at seta Føroya Skótaráð á stovn í 1989, og var eisini við tá ið Føroya KFUK skótar fóru frá at vera ein donsk ” división ”, til at vera ein sjálvstøðug eind.
Ása hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði fyri skótarørsluna í Føroyum, bæði í Føroya skótaráð, hjá Føroya KFUK skótum og hjá Havnar KFUK skótum
Grundgeving fyri at lata FUR Heiðurslønina til Charlottu Thorssteinson
Charlotta Thorssteinson hevur verið KFUK skóti í Klaksvík heilt frá barni av, seinni hevur hon verið skótaleiðari og siti í landsnevndini. Í dag er hon ikki partur av leiðarahópinum, men ger eitt megnar arbeiði fyri grønu skótarnar í Klaksvík. Saman við manninum hevur hon tikið sær av skótahúsinum úti í Grøv, sum skótarnir í Klaksvík eiga. Við sínum ótroyttandi arbeiðshugi og jaliga lindi er Charlotta við til at stuðla leiðarunum og eggja r e ldri KFUK skótum at verða virknir.
Í tí stilla er Charlotta við til at halda lív í skótarørsluni í Klaksvík.
Grundgeving fyri at lata FUR Heiðurslønina til Eirikur Lützen
Eirikur er ein sera virkin skótaleiðari. Hann hevur serliga góð leiðaraevnir og hevur við sínum ótroyttilig a vilja ment nógvar ungar skótar at gerast meira sjálvstø ð u g ar og at trúgva uppá seg sjálv i . Eirikur er ikki bara virkin í sínum lokalfelag, Eirikur hevur ferðast runt í landinum og verið ein dyggur stuðul hjá lokalum kreftum at fingið skótalið upp at standa í Sørvági, Hvalba , Tvøroyri og á Strondum.