22. september 2026

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Borðspælsbólkurin hjá Tabletop Føroyum í Suðuroy fekk í byrjanini av 2025 síni egnu høli at virka í, hetta eru fínu hølini í Bøgøtu 3, í Vági. Hetta læt upp fyri mongum møguleikum at økja og betra sítt virksemi í Suðuroynni, við fleiri tiltøkum, og at skaffa fleiri spøl, og betri umstøður til modelmáling og 3d-prenting sum er ein stórur partur av ítrivinum. Stuðul var tá søktur frá Føroya ungdómsráð til, at fáa keypt inn spøl og tilhoyr og innbúgv, til at kunna spæla eitt breitt úrval av borðspølum, eins og møguleikin er fyri í Havn spøl eru til ið hóska seg til allar aldrar. tað kann nevnast at keypt var inn tilfar til at spøl Rolluspøls sum Dungeons and Dragons, og tilfar til modelkrígsspøl sum Warhammer 40.000 sum eru sera nógv spæld. Tabletop Suðuroy hevur fingið sítt egna búmerki, sum er við til at styrkja lokala samleika, felagskap og sjónligheit á oynni. Stuðulin hevur gjørt tað møguligt at kunna bjóða spennandi borðspælskvøld hvørja viku. Borðspælkvøld eru so gott sum hvørt tórskvøld, hesi kvøldini eru lýst alment og er opin hjá øllum at møta. Limir møta eisini aðrar dagar í vikuni til spøl saman, í tættum bólkum. Ein tórsdag í mánaðium verður skipa fyri D&G spølum til nýggjar spælarar. Við tí handaliga hendir eisini nógv, tí at máliútgerð, modelamboð og 3D-printari er fingin til vega frítt hjá limum at brúka. Umframt tiltøk Tabletop Suðuroy sjálvt skipar fyri, er felagið í tøttum samstarvið við Vága kommunu, ofta í sambandi við evnisvikur og líknandi. Virksemið við borðspælskvøldum í Vági, hava víst seg at rigga væl, tala av luttakarum tykist at økjast. Tað vísur seg hava verið gott fyri børn og ung í suðuroynni, at hava møguleikan at koma saman til hugnað og samfelag á borðspælkvøldum. Av hesum finst gott mót at halda fram við borðspælvirksemi í Vági, Suðuroy. Til ber at fylgja við virkseminum á Facebook

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frálæra í Pokemon sum kortspæl

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Føroya KFUK Skótar

K-Lega 2026

KFUM- og KFUK-skótarnir í Fuglafirði

Ferð til Grønlands