K-legan, ið er ein lega fyri allar skótar (í 4. flokki og eldri) í Føroyum, var hildin í Eysturskúlanum í Havn vikuskiftið 30. januar til 1. februar. Legan byrjaði fríggjarkvøld klokkan 19. Tá luttakararnir komu, fingu tey hvør sína klemmu at skriva navn á og at festa í turriklæðið. Síðani vórðu tey víst til skúlastovuna, har tey skuldu sova.
Kvøldið byrjaði við náttura, har boðið varð vælkomin, og greitt varð frá skránni fyri kvøldinum. Síðani var samansjóving í høllini, har vit spældu ymisk spøl og lærdu hvønn annan at kenna. Tá samansjóvingin var liðug, var drekkamuður, áðrenn farið varð til songar.
Leygarmorgunin byrjaði við morgunrenning í skúlagarðinum, og síðani var farið inn til morgunmat. Eftir morgunmat var farið út á dagsins fyrstu verkstøð, tey vóru millum annað bommverkstaður, vitja sjóðsavni og hoyra um hjálpararbeði.
Tá fyrstu verkstøðini vóru liðug, komu skótarnir aftur á skúlan at eta døgurða, og eftir tað varð farið út aftur á onnur verkstøð, tey vóru millum annað escape room, vitja brannstøðina og grafisk verkstova.
Seinnapartin komu skótarnir aftur á skúlan og fingu ein lítlan millummála, áðrenn farið varð út á tey seinastu verkstøðini, tey vóru millum annað at spæla við eld, vitja Breyðvirki og dansa føroyskan dans.
Eftir seinastu verkstøðini var nátturi, og síðani varð farið út í skúlagarðin at spæla stratego. Kvøldið endaði við einum legubáli, drekkamuður og síðani varð farið til songar.
Sunnumorgunin byrjaði við morgunrenning í skúlagarðinum, og síðani var farið inn til morgunmat. Eftir morgunmat varð pakking, upprudding og eftirmeting av leguni. Síðani varð farið í kirkju. Tá komið var aftur á skúlan, var døgurði á skránni. Síðani varð takkað fyri eina góða legu, og farið varð heim.