UnglederSTART, ið er fyrsta skeiðið í Unglederrejsen hjá De Grønne Pigespejdere, varð hildið á Spejderklinten í Danmark 23. til 25. mai. Tilsamans luttóku 25 skótar, harav níggju úr Føroyum.
Skeiðið byrjaði leygarmorgunin klokkan 11. Tá skótarnir komu, fekk hvør teirra eina klemmu við navni og einum liti. Litirnir býttu tær upp í fimm patruljur. Tá allar vóru komnar, byrjaðu vit við nøkrum navnaspølum, so tær kundu læra hvørja aðra betur at kenna. Síðani fekk hvør patrulja ein maskott og uppgávuna at finna eitt patruljunavn og eitt navn til maskottin, umframt at pynta hann.
Eftir døgurða skuldu tjøldini setast upp. Hvørt tjald hevði tvær sovikabinur, og tí vóru tvær patrúljur í hvørjum av tveimum tjøldum og ein patrulja í tí síðsta. Áðrenn tær kundu byrja at seta tjøldini upp, skuldi hvør patrulja býta uppgávurnar millum sín. Ein kundi til dømis hava ábyrgd av at seta stengurnar saman, ein onnur at seta pløkkarnar í og so framvegis. Endamálið var, at allar skuldu hava ein greiðan leiklut og vita, hvat tær høvdu ábyrgd av. Ein leiðari var knýttur at hvørjum tjaldi og legði teimum lag á, tá tørvur var á tí.
Tá tjøldini vóru komin upp, og skótarnir høvdu funnið seg til rættis, fóru tær patruljuvís á postarenning. Postarnir snúðu seg um, hvussu skótaarbeiðið er skipað, bæði í Danmark, Føroyum og á altjóða stigi. Postarnir vóru millum annað at læra at hvussu man kemur við uppskotum og broytingaruppskotum, hvat tey skulu innihalda, og síðani skuldu tær í patruljuni avgerða hvussu atkvøðast skuldi um uppskotini.
Eftir postarenningina var ein stutt fríløta, áðrenn allar hjálptust at bera borð og stólar oman í mattjaldið. Síðani var nátturði á skránni.
Kvøldið endaði við legubáli, har leiðararnir stóðu fyri undirhaldinum og valinum av sangum. Eftir legubálið varð farið í tjøldini.
Sunnudagurin byrjaði við flaggheising og morgunmati. Eftir morgunmatin varð kunngjørt, at kapping skuldi vera um, hvør patrulja hevði tað ruddiligasta tjaldið. Skótarnir fingu tí eina løtu til bæði at rudda og at pakka ryggsekkarnar við tí, tær fóru at hava tørv á seinni um dagin.
Tá patruljurnar vóru lidnar, skuldu tær melda klárt. Síðani fingu tær kunning um skránna fyri dagin, millum annað at hvør patrulja skuldi fyrireika eitt innslg til legubálið um kvøldið. Síðani byrjaði ein ryggsekkjarenning, við ymsum postum, har tær lærdu hvussu týdningarmikil ryggsekkurin kann vera, og hvussu avgerðandi tað er at hann er pakkaður rætt.
Ein av postunum var ein forðarenning, har skótarnir fyrst skuldu royna at koma ígjøgnum ein bana við einum rullikufferti og síðani við ryggsekki. Á tann hátt kundu tær sjálvar uppliva munin á teimum báðum tá farið verður efti ójøvnum lendi.
Tá tær vóru komnar hálvanvegin ígjøgnum ryggsekkjarenningina, var matarsteðgur. Meðan tær bíðaðu eftir matinum, skuldu tær glíma við ryggsekkinum á búkinum
Eftir postarenningina var fríløta, og skótarnir høvdu møguleika at keypa sær okkurt í kioskini á leguøkinum.
Seinni seinnapartin var andakt á strondini. Á vegnum oman fingu skótarnir kort við ymiskum samrøðuevnum. Tær gingu tvær og tvær og tosaðu saman um evnini, og eftir eini løtu skiftu tær so at tær fingu eina aðra at tosa við. Meðan tær gingu og prátaðu, gjørdu tær hvør sína pappírsblómu. Sjálv andaktin snúði seg um stúran og um, at vit øll kunnu hava ting, sum vit ganga og hugsa nógv um.
Eftir andaktina var nátturði, og síðani fingu patruljurnar ein tíma at fyrireika síni innsløg til legubálið. Tær høvdu í felag funnið upp á eina søgu um, at tveir av maskottunum skuldu giftast. Legubálið byrjaði tí við eini ”vígslu”, og síðani hildu hinir maskottarnir røður. Harumframt vóru nakrir sketchir og sangir á skránni.
Við legubálið vórðu vinnararnir av kappingini um rudduligasta tjaldið og av ymiskum postum á ryggsekkjarenningini kunngjørdir. Vinningarnir vóru stjørnuklisturmerki, sum vórðu sett á sangbøkurnar. Eftir legubálið varð farið í tjøldini.
Mánamorgunin byrjaði aftur við flaggheising og morgunmati. Eftir morgunmatin fóru skótarnir í tjøldini at pakka síni ting saman.
Síðani vóru nøkur felagsspøl á skránni. Eftir spølini fingu tær, sum enn ikki vóru heilt lidnar at pakka, tíð til tað, meðan hinar skrivaðu heilsanir í sangbøkurnar hjá hvørjari aðrari.
Eftir døgurða fingu allar hvør sítt heiðursbræv og merki, fyri at hava luttikið á UnglederSTART, og tær fingu kunning um restina av Unglederrejsen, síðani var ein felagsmynd tikin, og so gekk leiðin heimeftir.