Nakrir av okkara ungu leiðarum vóru á ULK og DIAMANT skeiði í Danmark í oktober 2025.
Frágreiðing um Diamant Endamálið við diamant er at finna sínar greinsir, fara útum sínar greinsir og at víðka sínar greinsir. Legurnar í danmark eru so væl fyriskipaðar, vegna teirra umstøður og stórri úrval av leiðarum, at man sum luttakari mennist væl meira enn á teimum færoysku legunum. Eitt sum tey lødu dent á, og sum vit eisini løgdu merki til, var at allir aktivitetirnir høvdu eitt endamál. Tað var m.a. at læra at føla sínar kenslur ordiligt, læra um samarbeiði, úthaldni, sjálvbjargni og mangt annað. Til dømis høvdu vit ein aktivitet, har vit prøvaðu at liva sum tey heimleysu í nakrar tímar. Vit sum føroyingar lærdu nógv nýtt, sum vit ikki brúka í føroyum enn. Vit lærdu um góðan mat, sum vit altíð gjørdu á bálið. Vit lærdu nógvar góðar surringar. Annars lærdu vit sum heild nýggjar mátar at hugsa uppá og útføra aktivitetir. Vit fingu nógvar nýggjar vinir og lærdu nógv um samstarv í patúljunum og millum patúljurnar. Eingin var liðugur fyrr enn øll vóru liðug, og tað var ikki neyðugt at ein leiðari minti okkum á tað, tí tað var ein sjálvfylgja. Tí einu ferðina skuldu tey í grønu patrúlju flyta teirra borð, men tað var ov stórt til at tey kundu lyfta tað sjálvi, so øll sleptu tí tey gjørdu og komu yvir at hjálpa. So var har eisini ein drongur, sum hevði knæskaða og ikki fekk gingið, men skuldi sita einum vogni, og man sá ongantíð, at tey í patrúljuni vóru irritera, av at tey skuldu toga hann allastaðni, tí øll vóru glað fyri at hjálpa hvør øðrum. Vit gjórdu ofta kursusklármeldingar, har øll melda klárt samstundis, tá øll eru klár, og tá lærdu vit, at vit eru partur av eini heild. Vit halda, at allir skótar, sum ynskja at læra seg sjálvan at kenna, ynskja at sleppa á eina ógloymandi uppliving og at mennast og blíva til meira enn mann kann ímynda sær, burdu fari á diamant! Tá vit komu heim aftur, kendu vit okkum sjálvi nógv betri, tí vit høvdu lært nógv um okkum, sum vit ikki vistu, at man kundi vita um seg sjálvan. Vit sóu tað stóra í tí smáa, tí vit høvdu sæð og upplivað, hvussu lítið onnur hava, sum vit áðrenn tóku fyri givið. Tað var ein strævin og lærurík lega, men sum tey siga “Diamanter skabes under pres”. - Johannes, Eyðgerð og Sesilia
Frágreiðing um ULK Ungdoms Leder Kursus stytt ULK er eitt leiðaraskeið, sum KFUM-skótarnir í Danmark skypa fyri. Endamáli við skeinum er at geva ung millum 17 og 25 møguleika til at royna og betra teirra førleikar sum leiðarar. Í heyst luttóku David og Hrefna úr Fuglafirði á ULK, sum bleiv hildin á skótadeplinum Hourens Odde í suðurjyllandi. Skeiði var í eina heila vika, og vit hava lært nógv nýtt og spennandi. Vit byrjaðu leygardag, her vóru vit deild í patruljur sum vit skuldu vera í restina av vikuni. Á skeinum av stórur dentur lagdur á at vit sluppu at royna tað vit lærdu. Hetta vóru sera stuttligar aktivitetir. Til dømis tá vit høvdu lært um facilitering. Her fingu vit so til uppgávu at vit skuldu facilitera eina uppgávu. Her skuldi eg facilitera hvussu man bleiv heimsmeistari í onkrum. Eg valdi (slå smut). Vit brúktu ein tíma uppá at fyrireika okkara aktivitet sum skuldi taka 10 min. Vit fóru oman í fjøruni at tey lærdu at (slå smut). Í patruljuni var altíð gott lag og vit hugnaðu okkum. Eftir hvønn aktivitet skuldu vit eftirmeta hvussu tað hevði gingist hjá hinum. Hetta var eitt tað besta vit lærdu. Samanhaldi í patruljuni bleiv sera gott gjøgnum vikuna. Vit lærdu hvønn annan at kenna uppá ein serligan máta, vit hjálptu hvønn annan at gerast betri og tað var eingin skomm at gera feil, so hjálptu vit hvørjum øðrum at læra av teimum. Saman umtikið eitt fantastisk skeið og upplivilsi. Eina heila viku har man lærir nógv um seg sjálvan og hvussu man er sum leiðara, samstundis um 36 onnur ung eru í júst somu støðu sum tú. Eitt trygt pláss at gera feilir, og eitt fantastisk stað at læra av teimum. - David og Hrefna