25. februar 2026

KFUM-, KFUK- og FS Skótarnir

Ung i Norden

Hósdagin møttust vit í Reykavík og fóru í blandaðar bólkar á selfie-renning, har vit skuldu finna ymisk kend støð og ting í Reykjavík.

Eftir hetta fóru við í hølini hjá einum skótabólki í Reykavík at hyggja eftir einum filmi um umhvørvisburðardygd, ið eisini var evnið fyri Ung i Norden í ár.
Fríggjadagin fóru vit ein busstúr at hyggja eftir the Golden Circle , har vit sóu Gullfoss, Tingvallir og Geysir. Um kvøldið komu vit til skótasentrið hjá skótunum í Íslandi, har vit vóru restina av tíðini.
Fríggjakvøldið høvdu vit eitt program, har vit reflekteraðu um filmin frá kvøldinum fyri, og síðani høvdu vit eitt altjóða kvøld.
Leygardagurin byrjaði við einum programmi um, hvussu menniskju hava ávirkað náttúruna.

Vit skuldu síðani á ein túr, har vit skuldu hugsa um árin á náttúruna. Á túrinum fingu vit til uppgávu at gera okkum nakrar tankar um mannaskapt árin á náttúruna.

Tá túrurin var liðugur, fingu vit frálæru um vatnverk, og á hvønn hátt vatnverk eru grøn og høvuðsorkukelda í Íslandi. Hóast vatnverkini eru grøn, hava íslendingar verið noyddir at økja um støddina á vøtnunum, soleiðis at nóg nógv av vatni er til turbinurnar, ið framleiða orkuna.

Vit fingu síðani til uppgávu at gera eitt modell av einari turbinu. Vit vórðu býtt upp í tríggjar patruljur, har førari og hjálpari var fyri hvørja patrulju, og síðani skuldu vit pionera okkara turbinumodell.

Vit fingu nakrar minuttir at gera eina ætlan fyri, hvussu turbinan skuldi gerast, og hvussu hon skuldi rigga. Vit høvdu ein stuttan matarsteðg, og fóru síðani beint til verka at gera modellið liðugt.

Allar turbinurnar eydnaðust væl!

Seinni á degnum høvdu vit eitt programm um, hvussu burturkast verður skilt í øllum Norðurlondum, og vit kundu staðfesta, at Føroyar var nokk tað landið, sum gjørdi minst burtur úr at skilja burturkast.

At enda høvdu vit eitt programm um, hvussu vit sum skótar kunnu virka meira burðardygt við at býtast um uppgávurnar, heldur enn at hvør bólkur í sjálvum sær skal gera alt. Eisini lærdu vit, hvussu vit skuldu taka umhvørvið við í planleggingina.

Um kvøldið var hugni við ábiti undir norðlýsinum.

Fyri at taka samanum lærdu vit, at tað eru nógvir mátar at vera burðardyggur uppá. Til dømis kunnu vit hava eina meira burðardygga skótarørslu í Føroyum við at býta uppgávurnar millum okkara, soleiðis at alt ikki liggur á herðunum hjá teimum somu, men er býtt javnt út millum fleiri fólk.

Elin, Henny, Jensia, Lóa, Markus, Mildrið og Ranja

Stuðlaðar verkætlanir

KFUM-, KFUK- og FS Skótarnir

Ung i Norden

KFUM Skótarnir í Føroyum

Raftir

Meginfelag Føroyskra Studenta - MFS

NOM 86 Ráðstevna

Tabletop Føroyar

Borðspælsdagar í Miðvági