2.-3. august bleiv skipað fyri borðspælsdøgum í Miðvági.
Hesar dagarnar var frítt hjá øllum at koma forbí bygdahúsið í Miðvági at spæla borðspøl og at luttaka í tiltøkum á skránni, so sum Magic: the Gathering drafts, læra at spæla Pokémon, spurnarkapping og Smash Bros. á skýggjanum.
Av tí at veðrið ikki var gott, so blivu uttanduratiltøk so sum Disk Golf og gongutúrur avlýstur, men bleiv ístaðin hildin ein borðspælskapping. Áleið 50-60 fólk luttóku hvønn dag, og var eitt sera hugnaligt og væleydnað tiltak við góðum hølum og góðum undirhaldi, og Tabletop Føroyar ynskir at hava eitt líknandi tiltak aftur. Tabletop Føroyar takkar fyri stuðulin