Vit vilja hervið takka fyri stuðulin, ið vit fingu til at keypa 300 nýggjar raftir til skótadepilin á Selatrað.
Raftirnar eru ein tíðandi partur av skótaarbeiðinum og vera hesar nýttar til ymiskt mennandi virksemi hjá skótunum.
At arbeiða við raftum hevur altíð verið ein tíðandi partur av skótaarbeiðinum og nógvar spennandi uppgávur og avbjóðingar kunnu vera loystar við hesum raftum.
At arbeiða við raftum er nakað av tí allar besta fyri at stimbra hugflog og menna førleikarnar til samstarv.
Vit hava bygt eina nýggja snøgga goymslu til raftirnar, so at hesar skulu liggja væl og vera atkomuligar hjá skótunum í teirra arbeiði.