Í døgunum 2. til 6. apríl tók Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) ímóti lestrarfeløgum úr Norðurlondum og Baltikum til NOM-ráðstevnu í Føroyum. Hetta var triðju ferð, at Føroyar vóru vertir fyri ráðstevnuni – seinast í 2019. Tað hevur verið ein heiður hjá MFS at skipa fyri aftur.
NOM-ráðstevnur eru hálvárligar, har limalondini hittast – skiftandi frá landi til land. Nordiskt Ordförande Möte (NOM) er eitt millumtjóða samstarv við lestrarfeløgum frá norðurlendskum og baltiskum londum, ið koma saman at viðgera útbúgvingarpolitisk evni, sum eru viðkomandi í teirra londum, umframt onnur nútímans rák innan útbúgving.
Evnið hesa ferð var "The impact of Brain Drain on small communities and remote regions & The impact of Erasmus+ on International collaboration in higher education." Hetta er sera viðkomandi fyri føroyska samfelagið og hevur stóran týdning fyri, hvussu framtíðin í Føroyum fer at síggja út.
Eitt hjartaligt takk!
MFS er sera takksom fyri stuðulin og allar tær góðu kreftirnar, ið vóru við til at gera NOM ráðstevnuna í Føroyum til eina væleydnaða heildaruppliving – bæði fakliga, sosialt og mentanarliga.
Tað hevur verið ein stórur heiður hjá okkum at skipa fyri, og vit eru sera errin av úrslitinum. Hesa ráðstevnu høvdu vit ikki megnað at framt uttan stuðulin og hjálpsemið frá øllum tykkum, ið hava verið við á ymiskan hátt.