Tað eydnaðist sera væl. Vit vóru fyrst í Sauna, har ein saunameistari kom og vegleiddi okkum gjøgnum 3 rundir av hita og oljum við ymiskum luktum. Eftir tað gjørdu vit nýggjar og spennandi drinks til gestirnar at njóta, meðan tey sótu í hitapottinum.
Tiltakið var gott. Tað var rúsfrítt og eggjaði til at práta saman og njóta løtuna saman. Tað komu góð prát millum øll, bæði tey, ið kendust væl og tey, ið ikki enn kendust so væl. Eftir tiltakið fóru tey, ið høvdu hug at eta saman og spæla spøl.