Heiðursløn FURs

Starvsstjórnin í FUR letur heiðursløn á landsfundi FURs til verkætlanir og einstaklingar fyri teirra arbeiði fyri børn og ung í Føroyum.
  • Øll kunna innstilla eina verkætlan ella ein persón, ikki bert lima- og lokalfeløg í FUR!
  • Til ber eisini at lata inn fleiri innstillingar.
  • Til ber eisini at senda innaftur áður innsendar innstillingar!
  • Freistin at lata inn innstilling er 15. februar á hvørjum ári.

Send okkum tykkara innstilling – innstillingarblaðið er skjótt og lætt at fylla út!
Innstillingarblaðið, sum word er her og sum pdf er her.

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er:
• at geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagarbeiði viðurkenning
• at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
• vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
• at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum.

Møguleiki er fyri at fáa heiðursløn FURs fyri t.d.:
1. fólk, sum ganga undan og brenna fyri barna- og ungdómsarbeiði – sonevndar eldsálir.
2. eitt serligt tiltak fyri børn og/ella ung á staðnum
3. tiltøk sum børn ella ung skipað fyri, sum t.d. hjálpartiltak fyri eldri. Tiltøk, sum varpa ljós á t.d. happing, umhvørvi e.a.
4. ein serliga krevjandi verkætlan
5. ein slóðbrótandi verkætlan
6. eitt serliga væleydnað kunningar og/ella upplýsingar tiltak
ja, møguleikarnir eru nógvir...