09. august 2021 - 15. august 2021

Ungdómsvikan - Søgan um framtíðina

Evnið á Ungdómsvikuni 2021 er fevnandi (inkluderandi) samfeløg

Ungdómsvikan viðger evnið hjá NordUng fyri 2021 "At byggja brýr til framtíðina" og hugsavnar seg um hvat ein kann læra frá 75 ára søguni hjá NordUng fyri at hjálpa til við at byggja eitt meiri fevnandi (inkluderandi) og friðarligari samfelag til framtíðina.
Aldursbólkur: 14-30 ár, tó eru "eldri ung" vælkomin eisini, sum leiðarar
Hvar: Keypmannahavn
Freistin var 13. juni, har FUR hevði 5 pláss tryggjaði, men til ber framvegis at søkja
Innbjóðingin og tilmeldingarskjalið er tøkt her
Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at venda tær til skrivstovuna hjá FUR á fur@fur.fo ella +298 599299