11. juli 2022 - 17. juli 2022

Ungdómsvikan 2022 í Tromsø - YOU&I

Vilt tú læra um, hvussu tú betrar tínar relatiónir við onnur menniskju t.d. tína familju, vinir, starvsfelagar og lærarar? kanska eisini við myndugleikar og sosialar miðlar?
Hvussu: Ung hugsavna seg um sosialar relatiónir - arbeiða við hættum at betra relatiónirnar og gera ein film, at deila tað tit hava fingið burturúr við onnur.
Málbólkur: Ung 14+ (ung yngri enn 23 ár hava fyrstu raðfesting)
Nær: 11.-17.  juli 2022 (íroknað ferðadagar).
Hvar: Tromsø í Norge.
Umsóknarfreist: 15. mai, tó seinni um pláss eru eftir.
Tit fáa helvtina av ferðaútreiðslunum endurgoldið, tó í mesta lagi 1.500 kr og kunnu eisini søkja um stuðul úr Stuðulsgrunni FURs.

Meiri kunning er her.
 
Tú ert vælkomin at venda tær til FUR á fur@fur.fo og +298 599299.