05. november 2022 - 07. november 2022

Ungdómstingið - samband og samstarv ímillum ung í norðurlondum 5. - 7. november í Svøríki!

Hitt onnur ung í norðurlondum og fá íblástur til norðurlendskt samstarv! Evnið á ungdómstinginum er heimsmálini og hvussu brúka vit fólkaræði til at røkka málunum?
Ungdómstingið er ein partur av verkætlanini NORÐ - eitt norðurlendskt samstarv, sum FUR er partur av.
Les meiri á heimsíðuni hjá Norð her.

Tú fært:

  • Amboð til at arbeiða við verkætlanir saman við norðurlendskum ungum
  • Vitan um hvussu tú og tín felagsskapur kunnu brúka fólkaræði til at arbeiða við heimsmálunum
  • Kunnleika um norðurlendskar ungdómsfelagsskapir, teirra virðir og mentanir
  • Góðar upplivingar - ymiskt stuttligt verður á skránni, felagssangur og veitsludøgurði og er tað ein sera góður møguleiki fyri teg at læra meiri um norðurlondini og onnur norðurlendsk ung.

Praktiskt:

  • Ferð, luttøka, uppihald og matur, alt er ókeypis. A.P. Møller Grunnurin fíggjar NORÐ.
  • Alt felags virksemi verður á enskum.
  • Ungdómstingið verður á Runö Folkhögskola & Utvecklingscentrum í Åkersberga, Svøríki.

Hvør kann luttaka?

Ung 18-30 ár frá ungdómsfelagsskapum úr øllum norðurlondunum; Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Umsóknarfreist:

23. september 2022.

Fyll út umsóknarskjalið her.

Um tú hevur spurningar, so skriva til fur@fur.fo, send boð á messenger ella ring 599299!