01. august 2021 - 01. august 2022

Umboð í verkætlan um umhvørvi

Vilt tú vera umboð í verkætlan um burðardyggan lívssstíl?

Vit leita eftir einum umboði 18-25 ár til norðurlendska verkætlan um umhvørvi og samskifti!

Verkætlanin er ein partur av "Burðardyggir lívsstílar í Norðurlondum" hjá Norðurlandaráðnum.  Ætlanin er, at 1 umboð fyri hvørt norðurland, samantalt 8 ung,  skulu arbeiða við samskifti frá og til ung.
 
Fyrsta stigið er, at luttaka í einari samskiftisverkstovu um heimsmálini í september 2021. Næsta stigið verður, at øll hittast í Helsinki í nov. at leggja til rættis. Síðan skal samskiftisátakið gjøgnumførast.
 
Ferðaútreiðslur og uppihald verður goldið og umboðið fær eisini ávísa samsýning fyri arbeiðið.
 
Send eina stutta umsókn/nakrar linjur til FUR, har tú greiðir frá:
1. Tínari motivatión (hví tað hevur tín áhuga), at arbeiða við umhvørvi og samskifti. 
2. Um tú hevur luttikið í arbeiði við umhvørvismálum
3. Um tú hevur royndir við samskifti
4. Um tú hevur arbeitt við verkætlanum og/ella í nevndararbeiði
5. Annað 
 
Skriva ella ring endiliga, um tú hevur spurningar, vit vegleiða fegin!

Freistin at senda umsókn til FUR er 20. juli 2021 kl. 24.

Verkætlanin fer fram í 4 ár og nýggj ung verða vald á hvørjum ári.