Umsókn hjá limafeløgum og lokalfeløgum um árligan stuðul

Freistin er søkja er 1. apríl kl. 24.00.

Gev gætur, at fráboðan um manglar verður send til teldupostadressuna hjá felagnum, sum upplýst í árliga skrásetingarblaðnum og til teldupostadressuna, sum er upplýst her á síðuni.

FUR hevur skyldu til at eftirkanna, um allar innkomnar umsóknir eru fullfíggjaðar. Eru umsóknir, ið ikki eru fullfíggjaðar, hevur FUR skyldu til at kunna feløgini um møguligar manglar við umsókn teirra innan 7 dagar. Eftir hetta hevur viðkomandi felagsskapur 7 dagar at fáa sína umsókn í rættlag, so at hon kann viðgerast. Er tað soleiðis, at felagsskapurin enn ikki hevur latið inn fullfíggjaða umsókn eftir longdu tíðarfreistina, verður hon at rokna sum ikki innkomin, og tískil verður eingin stuðul útgoldin fyri viðkomandi ár. Víst verður til § 4 í Reglugerð Spf. Ítróttarvedding til FUR og limafelagsskapirnar.

  1. Tað er ikki eitt krav, at tað er ein góðkendur grannskoðari. Kravt verður, at grannskoðarin er uttanhýsis grannskoðari hjá felagnum, t.e. at grannskoðarin kann ikki vera limur í felagnum ella sita í nevnd felagsins. Undantak til hesa áseting eru sbrt. § 4, stk. 2, pkt. 2 c.
  2. Roknskapurin skal hava ein teig nevndur “Limagjøld limir yngri enn 30 ár”, har samlaða limagjaldsinntøkan fyri limir yngri enn 30 ár pr. 31.12. fyri undanfarna kalendaraár greitt og eintýtt sæst.
  3. Hevur felagsskapur rætt til fleiri enn 2 umboð á landsfundinum, er tað krav, at roknskapurin er grannskoðaður av góðkendum grannskoðara eftir ISA 700 standardinum (vanligur fullur roknskapur við protokoll).
  4. Limagjaldið skal ikki samanblandast við luttøkugjald, atgongumerki o.t. Til ber t.d. ikki, at atgongumerki til eitt tiltak samstundis er limagjald. Til ber at tekna limaskap og síðani í øðrum høpi, at felagið gevur limum sínum ávísar fyrimunir.
  5. Limagjøld fyri undanfarna kalendaraár, sum eru innkomin árið eftir, t.e. í inniverandi roknskaparári (kalendaraári), verða forskotin og bókað í inniverandi roknskaparári.
  6. Rindar ein limur limagjald til eitt felag, har ein partur av limagjaldinum fer til limafelagið (landsfelagið) og ein partur til lokalfelagið, so skal limagjaldið verða rindað til ávikavist limafelagið (landsfelagið) og lokalfelagið í sama ári, sum limagjaldið er rindað."
Kr.
Kr.
Kr.
Kr.