04. mai 2023 - 04. mai 2023

Skeið í myndatøku við fartelefon við Beintu Haraldsen

✨ Kundi tú hugsað tær at duga betur at tikið myndir fyri at fortelja um tykkara virksemi í feløgunum? ✨
Ongin grundvitan krevst frammanundan, so øll kunnu luttaka! 😊

Nær: 4. mai 2023 kl. 16.30-21.00
Hvar: FUR, Jónas Broncksgøtu 40
Tilmeldingarfreist: 1. mai kl. 12
Luttakaratal: í mesta lagi 12 pers.
Avmarking: 1 ella møguliga 2 pers./felag
Tilmelding: fur@fur.fo

Á skeiðnum fer Beinta Haraldsen at undirvísa í m.ø.:

  • myndabygnaði
  •  ljósi
  •  vinklum
  •  portrettmyndum 
  •  heildarmyndum
  •  myndaviðgerð við fartelefon

 

Hetta verður eitt ógvuliga praktiskt skeið, har luttakarar fáa høvi at royna seg við myndatøku og fáa eisini høvi at arbeiða við myndaviðgerð við fartelefon. 

 

At hava við

Eina fartelefon við góðum myndatóli. Um tú ikki eigur eina góða fartelefon, sum er í mesta lagi 2-3 ár, vilja vit viðmæla tær at læna eina til høvið. 

 

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum fotografur og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativar vinnur. Beinta undirvísir eisini í at gera film við fartelefon og hevur arbeitt við stórum útlendskum filmsverkætlanum, so sum James Bond og altjóða lýsingafilmum fyri Samsung og Mastercard.