Árligt skrásetingarblað

Hevur limafelagið lokalfeløg skrásetur limafelagið síni lokalfeløg við ávísum grundleggjandi upplýsingum.

Endamálið við at lata inn skrásetingarblaðið er, at:

1. limafeløgini skráseta teirra lokalfeløg og lata FUR rættar og dagførdar upplýsingar um limafelagið og lokalfeløgini

2. til tess, at hava atkvøðurætt á landsfundi, skulu limafelagsskapirnir lata skrásetingarblaðið inn í seinasta lagi 15. februar.

Árliga skrásetingarblaðið inniheldur m.a. teldupostadressuna hjá felagnum, har FUR síðani sendir umsóknarblaðið til árliga stuðulin til, umframt kunningartilfar og samskifti annars.

Í skrásetingarblaðnum skulu í minsta lagi vera upplýsingar um endamál, nevndarlimir, umboðsstjórnarlimir, limatal pr. 31.12. og lokalfeløg hjá limafelagsskapinum. Aftur at hesum, kann starvsstjórnin eisini biðja um aðrar upplýsingar.

Skrásetingarblaðið verður javnan dagført av tí, at tørvurin á upplýsingum broytist. Tess vegna verður árliga skrásetingarblaðið sent feløgunum fyrst í januar mánaði á hvørjum ári og lagt á heimasíðu FURs.

Freistin at lata inn árliga skrásetingarblaðið er 15. februar á hvørjum ári.