Um FUR

FUR er stytting fyri Føroya Ungdómsráð, stovnað 25. mai 1984, sum er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum.

Vit eru:

    4.000 børn og ung
    50 feløg
    21 limafeløg
    29 lokalfeløg

Fjølbroytt frítíðarvirksemi

Barna- og ungdómsfeløgini í FUR bjóða fjølbroytt frítíðarvirksemi. Feløg, sum hava ítróttaendamál hoyra ikki til virksemið í FUR.

Feløgini bjóða fjølbroytt barna- og ungdómsvirksemi kring Føroyar innan sjónleik, tónleik, føroyskur dans, borðspøl, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, skiftisnæmingar, gular skótar og grønar skótar; bæði KFUM og KFUK.

Endamál FURs

Endamálið hjá FUR er, at:

vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar
viðgera spurningar, ið viðvíkja føroyskum ungdómi
skapa áhuga fyri ungdómsmálum
eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan á samfelagið
umboða limafelagsskapirnar í samstarvi við myndugleikarnar
menna samstarvið og sínámillum fatan millum føroyskan ungdóm
menna millumtjóða fatan