Send okkum tykkara innstilling á fur@fur.fo– innstillingarblaðið er skjótt og lætt at fylla út!
Innstillingarblaðið, sum word er her og sum pdf er her.
Endamál FURs við at lata heiðurslønina er:
• at geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagarbeiði viðurkenning
• at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
• vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
• at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum.
Møguleiki er fyri at fáa heiðursløn FURs fyri t.d.:
1. fólk, sum ganga undan og brenna fyri barna- og ungdómsarbeiði – sonevndar eldsálir.
2. eitt serligt tiltak fyri børn og/ella ung á staðnum
3. tiltøk sum børn ella ung skipað fyri, sum t.d. hjálpartiltak fyri eldri. Tiltøk, sum varpa ljós á t.d. happing, umhvørvi e.a.
4. ein serliga krevjandi verkætlan
5. ein slóðbrótandi verkætlan
6. eitt serliga væleydnað kunningar og/ella upplýsingar tiltak
ja, møguleikarnir eru nógvir...