13. september 2021

Havnar KFUK

Frágreiðing um ferð til Forlev Spejdercenter í Danmark

Summarið 2021 fóru vit, 6 leiðarar og 22 gentur (10-15 ár) á legu á Forlev Spejdercenter í Jyllandi. Umframt at vit, saman við skótunum og foreldrum, skipaðu fyri ymiskum tiltøkum at savna pening inn, fingu vit eisini játtað stuðul frá Føroya Ungdómsráð, og tað fegnast vit stórliga um.

Her kemur ein ferðafrásøgn frá túrinum.

Brotini eru úr legudagbókini, ið vit skrivaðu á túrinum.

31. juli 2021, kl. 07.00 hittust vit allar á flogvøllinum í Vágunum, í skótabúna og við vælpakkaðum ryggsekkum og í koronamasku. Vit ferðaðust við flogfari til Keypmannahavnar og koyrdu í bussi til Skanderborg. Okkara viðføri varð heintað á busstøðini, ímeðan vit gingu 5 km til leguøkið. Ferðin gekk væl og veðrið var gott. Á leguøkinum vórðu vit væl móttiknar av skótaleiðarunum, ið høvdu ábyrgdina av leguøkinum. Vit høvdu - í góðari tíð - sent leguútgerð, tjøld o.a. við Posta. Avtalan var, at tey skuldu seta kassan á leguøkið dagin fyri, vit komu og avheinta hann aftur mánadagin eftir at legan var liðug. Av onkrari orsøk var vøran steðgað í tollinum, og hóast nógva skriving aftur og fram, bar einki til. Tí høvdu vertirnir funnið nøkur tjøld og nakað av útgerð, sum vit kundu læna. Tá ið vit so móti kvøldi komu á leguøkið, fóru vit at baksast vit at rigga leguøkið til og seta tjøldini upp.

31.07.21: Nú sita vit í Forlev spejdercenter í Midtjyllandi. Teltini og útgerðin eru steðgað í tollinum, so vit royna okkum sum best. Fólkini her, ið kalla seg “Lagmænd”, hava verið blíð og vit hava lænt nøkur tjøld at sova í. Men nøkur av okkum hava tó valt at sova í skýlum millum trøini. Ferðin gekk væl, men nú eru vit móð, vit vóru uppi klokkan 5 í morgun fyri at vera tíðliga á flogvøllin.
Góða nátt, Gyða

01.08.21: Dagurin hevur verið strævin, men góður. Vit vóru tveir leiðarar og tríggjar gentur, ið svóvu í skýli í nátt og tað vær væl kaldari, enn vit høvdu væntað, so eg svav illa og mátti fara upp um 2-tíðina at lata meg betur í.

Í dag hava vit pionerað og riggað okkara leguøkið til. Tað var langt at ganga eftir raftunum, so vit hava knossast nógv í dag og allar eru útlúgvaðar. Vit hava eisini bakað í bakarínum, ið er eitt hús við tveimum steinovnum, ið vit hava kyndt í. Tað tók eina eeevigheit at fáa ovnin heitan, so tað endaði við at Ata Maria stóð allan dagin og bakaði saman við nøkrum skótum. Tær bakaðu bæði pizza og bollar til morgunmatin í morgin.

Ungdómsskótarnir hava verið ein túr í Skanderborg. Ein bólkur frá De grønne Pigespejdere í Kbh eru her eisini, so vit bjóðaðu teimum at vitja okkara leguøki at grilla skúmgæti. Tað var ordiliga hugnaligt.

Kl. 20 fóru vit til felags legubál saman við øllum hinum skótunum. Tað var eitt stuttligt og hugnaligt legubál, men sera stutt. Vit hava akkurát fingið ein læknalesandi leiðara at koma at hyggja at insektbitinum á lærinum hjá Beintu, tí tað sær ikki gott út og hon hevur sera ilt. Hon hevur nú fingið antihistamin og pínustillandi. Fleiri hava longst heima í dag, tí tær eru so móðar og dagurin hevur verið strævin. Men nú eru allar lægstar í soviposarnar. Í nátt fara Gyða og eg at sova í skýlinum. Tað er ikki so nógv pláss í tjøldunum, so vit sova bara her.
Góða nátt, Fía

02.08.21: Í dag hevur verið ein deiligur dagur. Vit vaktu genturnar kl 07.30, morgunmaturin var klárur kl 8.00. Umframt at eta morgunmat, so máttu vit eisini smyrja matpakkar. Hettar tók sera langa tíð, so vit máttu skunda okkum til flaggheysan kl. 09.00. Tá tóku vit eisini taskurnar við, so vit vóru klárar at fara túr. Men tá skuldu allar á WC, og tá 27 fólk skulu skiftast um EITT wc, so tekur tað langa tíð. So vit náddu ikki tað tokið, ið vit høvdu ætlað. Vit fóru so við toki úr Skanderborg til Ry kl 11, og so fóru vit ein túr inn í Kvikly, har genturnar sluppu at keypa sær okkurt, áðrenn leiðin gekk “upp” á Himmalfjallið. Vit gingu ígjøgnum eina skóg og sóu nógv ymisk kykt og eisini ein hjørt. Á Himmalfjallinum var sól, so fleiri fingu sær antin ís ella slush ice.

Kl 15.30 royndu runnu allar oman at náa ein bát, men tað bar ikki til, tí vit manglaðu eina kotu fyri at kunna gjalda og so mundu vit eisini farið við skeivum báti! So vit máttu ganga allan vegin niðan aftur á Himmalfjallið , so túrurin aftur til Forlev bleiv tungur, ein blandingur ímillum at ganga, koyra við Ásu og at koyra í toki. Tað kom okkum væl við at Ása hevur leigað ein bil, hon hevur verið okkum ein sera góð hjálp tá á stóð, at at sleppa heim aftur. Tá ið vit komu aftur til Skanderborg høvdu vit gingið 25 km. Sera raskar allar! Men Lív, Irene og Sonja vildu fegnar fáa 30 km merkið, so tær valdu at ganga teir seinastu 5km aftur til leguøkið, ímeðan hinar blivu koyrdar! Sera flott!
Góðanátt, Rudy

03.08.21: Týsdagur. Ein fínur dagur! Sum vanligt á legu, so fara vit tíðliga upp. Men genturnar eru tungar at vakja og sera roksutar. Men eftir útpurran og morgunmat var farið til flaggheysan. Okkara fyrsti aktivitetur var at byggja ein tunnuflaka, og eftir at hava baksast fyrrapartin við flakanum, var hann liðugur og flest allar royndu hann á lítla vatninum á leguni. Seinrapartin klintraðu genturnar á høga klintrivegginum og litaðu t-shirts við batik. Genturnar vóru í “full sving” og sera glaðar. So deiligt at síggja tær hugna sær. KL 22 var náttarrenning. Tríggir av okkara leiðarum, Fía, Gyða og Rudy vóru við, klæddar sum zombies. Tvær av gentunum vóru so linar at tær ikki orkaðu við, og tvær fingu skrekk eina løtu av zobiunum :) Men aftaná eina løtu vóru allar við uppá tað og høvdu tað sera stuttligt”
Við skótakvøðu, Ata Maria

04.08.21: Felagsdagur á Forlev Morgunin gekk sum vanligt, men tó megnaðu tveir leiðarar at forsova seg. Okkara útgerð er enn ikki komin fram, so Fía og Gyða hava aftur sovið í skýlinum, og tað hevur verið bæði hart og kalt, so vit hava fingið lítlan og ongan svøvn. Men í gjár kom mamma Gyðu við eyka útgerð, so vit kundu sova betri, við tí úrsliti, at vit forsvóvu okkum :) Battaríini eru nú lødd og knappliga bleiv alt betur.

Dagurin byrjaði við felags morgunsamling, og so fóru allar út á postarenning, har temaið var Petur Pan. Á einum aktiviteti var uppgávan at finna so nógvar sniglar sum gjørligt. Á hvørjum posti fingu tær gandasalt, sum skuldi brúkast til at bjarga Klokkeblomst sum Kaptein Klo hevði fangað. Jú betur tær kláraðu seg, tess meira salt. Seinrapartin var ymiskt á skránni, og vit høvdu ein bás, har hinir skótarnir kundu koma at læra føroyskt. Vit høvdu fleiri torleikastig. Tað riggaði sera væl og básurin var væl vitjaður. Genturnar stóðu sjálvar fyri.

Um kvøldið fingu vit góðan døgurða sum lagmennirnir høvdu gjørt. Skótarnir eru byrjaðar at skapa góð vinarbond við aðrar skótabólkar og serliga eru nakrir dreingir sera populerir. Tær eru eisini blivnar nógv betri samansjóðaðar nú - sum bólkur.
Gyða

05.08.21: Í dag var ein góður dagur. Vit fóru í Djurs Sommerland, og genturnar hava verið so ræðuliga glaðar í allan dag. Vit høvdu leigað buss aftur og fram. Vit vóru har líka til kl 20.15, og tó hildu tær, at dagurin var ov stuttur 😊 Tá vit komu heim var felags leiðarahugni á skránni sum byrjaði við eini sera stuttligari postarenning.

Aftaná var eitt gott legubál, har tey bjóðaðu okkum alt møguligt lekkurt at eta og drekka. Alt í alt ein fantastiskur dagur.
Gyða N.B. í dag fingu vit at vita, at okkara leguútgerð kundi útflýggjast í fyrst lagi á miðdegi í morgin, men eftir sum legan næstan er liðug søgdu vit pent nei takk, og fingu hana senda aftur til Føroyar. Fía

06.08.21: Nú hava vit sovið okkara seinastu nátt í skýli! Fantastiskt! Í dag hava skótarnir klintra, gjørt “street art” og spælt minigolf, men stórsti parturin er farin við at taka leguplássið niður. Genturnar vóru ikki so raskar sum vit ynsktu. Tað var eisini sera heitt í dag og tær orkaðu illa. Eins og WC lá yvir 500 m vekk, so var staðið har rafturnar skuldu berast til eisini langt vekk. So hóast vit læntu vogn og trillubørur, so var tað eitt grúvuligt baks at fáa alt leguøkið ruddað. Tað var gott at vit valdu at pakka alt niður í dag, so vit ikki stóðu og stressaðust við tað í morgin, tá vit skulu avstað.

Í kvøld fara vit at sova á loftinum á “Tutten” sum er eitt felagshús, har tey hava kiosk um dagin. Um kvøldið spældu tær rundbólt á plenuni, saman við teimum donsku skótunum. Tvær fingu ilt í beinið, so dagurin í morgin verður strævin um tær ikki batna. Nú fáa vit at síggja.
Gyða.

07.08.21: Í morgun pakkaðu vit tað síðsta saman og so avstað. Lagmennirnir á Forlev sungu okkum ein farvælsang og so sungu vit “Farvæl og takk” fyri teimum aftaná. Vit fóru so til tokstøðina í Skanderborg og koyrdu fyrst til Århus at keypa bussferðaseðlar til Kbh. Í øllum rokanum var útselt, so vit máttu fara í tveimum tokum. Men allar koma fram í øllum góðum. Av tí at vit skuldu ganga frá tokstøðini í Århus til Musikhúsið har vit skuldu við bussi til Kbh, so máttu vit skiftast um at bera ryggsekkirnar hjá teimum, ið høvdu fingið ilt í beinið. Men alt ber til, tá vit hjálpast at. Vit komu fram til Holmen á Christianshavn í øllum góðum. Holmen er høvuðssætið hjá De grønne pigespejdere í Danmark og DDS. Her skulu vit gista í tvær nætur og her er sera gott at vera. Deiligt at sova í koyggjusong við og brúsa á gongini. Tað reina luksus aftaná eina viku í tjaldi/skýli.

Vit hava etið pasta og milliónbúff í kvøld og tað smakkaði sera væl.
Gyða

08.08.21: Í morgun fóru vit í Fields at shoppa. Vit hava sovið í einari song fyri fyrstu ferð í eina viku og allar genturnar vóru reinar og í góðum lag. Vit ótu saman á Dalle Valle, har til ber at fáa eina góða, men bíliga buffet. Maturin smakkaði væl og úrvalið var stórt. Genturnar hugnaðu sær óført við at shoppa og onkur fór at gera negl 😊 Tá vit komu aftur á Holmen, fóru tær at vísa hvørji aðrari, hvat tær høvdu keypt, og so pakkaðu tær taskur og ryggsekk, so alt verður klárt til í morgin, tá vit ferðast heim. Enn ein deiligur dagur.
Við skótakvøðu, Gyða.

09.08.21: Nú gongur leiðin heim og allar eru spentar at sleppa heim aftur Bonus info: Fyrsta kvøldið á Holmen var rok í einum koyggjukamarinum, tí har (enn einaferð) var drama um ein eiturkopp. Gyða fer so braglig inn og skal taka eiturkoppin, men hann var so stórur at hon vendi við aftur. “Ehh Fía, hasin eiturkoppurin er ov stórur til mín”. So fór eg so skrøpp efir honum og sjálvt um eg spældi cool, so reistu hárini seg á ørmunum tí hann var næstan so stórur sum ein nevi! Hann var á vegginum uppiyvir seingini hjá Lóu. Men so fór hann undir seingina og var ringur at fáa fatur á við kustinum. Men tá var tað Marta sum traðkaði til! Hon hevði ikki tann minsta trupuleikan við at taka sær av honum, burtursæð frá at hann var ringur at fáa fatur á. Marta kláraði at fanga hann og sleppa honum út í runnarnar - dagsins hetja :)

Havnar KFUK-skótar vilja fegnar takka FUR fyri ferðastuðulin.

Við Skótakvøðu: Nicole, Lóa, Kristina, Marjun, Marta, Lív J., Beinta, Durita, Anna E., Lív L., Sonja, Tórhild, Irene, Betty Lucille, Ida, Anna M. H., Heiðrun, Elin, Glóð, Krista og Píl. og leiðararnir: Ása, Ata Maria, Gyða, Súsanna, Rudy og Fía.

Stuðlaðar verkætlanir

Havnar KFUK

Frágreiðing um ferð til Forlev Spejdercenter í Danmark

Skótalið Magnus Heinasonar, KFUK-skótarnir í Klaksvík og Skótalið Nólsoyar Pálls

Frágreiðing um smáskótadagin 2020

Skótalið KFUMs

Frágreiðing um 2 skýli í skótadeplinum Ímillum Tjarna

Skótalið KFUMs

Frágreiðing um smiðjuna í Skótadeplinum Ímillum Tjarna