10. februar 2022

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um flytføra rúsfría barr

Í 2021 søktu vit pengar til eina spennandi verkætlan - Flytføra rúsfría barr.

Endamálið við verkætlanini var, at skapa eitt annað alternativ til rúsdrekka.

Vit arbeiða fyribyrgjandi og síggja, at nógv ung ynskja, at ikki nýta rúsdrekka, samstundis sum, at tað er torført at síggjast burturúr. Við einum alternativi til alkohol, vónaðu vit at øll, bæði ung sum ikki drekka og ung sum drekka, fingu ágóðan av hesum alternativi. Vit ynsktu at koma út til m.a. aðrar oyggjar og minni tiltøk samstundis sum vit eisini ynsktu at vera á stóru festivalunum og tí ynsktu vit eina barr vit kunnu taka við okkum. Tað vit síggja er, at einki serligt alternativ er til tey ungu sum velja, at ikki nýta rúsdrekka. Sodavatn og annað er, men vit ynskja, at skapa lekkrar, flottar drykkir, sum eru á støðið við teir drykkirnar við alkohol, sum eru at fáa.

Vit ynsktu at vera við til, at broyta drekki mentanina í Føroyum, til at tað er í lagi at ikki drekka og at tað ikki er neyðugt, at koma við undanførslum fyri at fáa sær eitt rúsfrítt alternativ.

Ein tann størsta orsøkin til, at ung byrja at drekka, er av bólkatrýsti.

Vit keyptu ein matvogn, sum vit innrættaðu til eina barr. Rúsfría barrin var fyri fyrstu fer í nýtslu til fótbóltsdystin millum prestar og politikkarar á ovara vølli í Gundadali. Dysturin var 27. juli. Barrin stóð millum B36 húsið og HB húsið. Vit høvdu bert ein rúsfrían kokkteyl til dystin, Espressoskeyk, ið var Ársins rúsfríi kokkteyl 2021 (framleiddur av Gutta Winther).

Dagin eftir vóru vit á Ólavsøku. Vit vóru á parkeringsplássinum hjá Maria Poulsen Búnýti. Vit høvdu tríggjar rúsfríar kokkteyls, allir framleiddir av Gutta Winther. Vit høvdu sera nógv Liv Lívið (BKU) 7. feb. 2022 vitjandi á Ólavsøku í øllum aldrum. Vit høvdu borð og stólar á parkeringsplássinum og góðan tónleik og hetta var við til, at nógv hugnaðu sær á økinum.

Triðja tiltakið vit vóru til, var Voxbotn 30. august. Aftur her vóru vit á parkeringsplássinum hjá Maria Poulsen Búnýti. Á Voxbotn høvdu vit tríggjar nýggjar rúsfríar kokkteyls og hesir vóru eisini væl dámdir. Av tí at vit vóru uttanfyri økið, vóru ikki líka nógv vitjandi, men hetta ynskja vit at arbeiða víðari við til summar 2022. Vit ynsktu at koma út til smærri tiltøk í 2021, men av tí at korona støðan hevur verið sum hon var í 2021, so ynskja vit, at vit kunnu hetta í 2022.

Vit upplivdu, at nógv vóru sera áhugaði og forvitin um hetta nýggja konseptið, og nógv gleddust um, at møguleiki var fyri, at keypa sær ein rúsfrían drink. Vit meta at verkætlanin eydnast væl og vit eru spent til, at byggja víðari uppá hetta nýggja konseptið til 2022!

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um miniatur málingaverkstovu

Blákross Ungdómur -

Frágreiðing um Rúsfría konsert

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um flytføra rúsfría barr

Skótalið KFUMs

Frágreiðing um Reynaleguna