05. mai 2022

Barnaváttanir

Lógin um barnváttanir er nú samtykt og fær gildi í dag 1. juni 2022. Lógin merkir, at felagsskapir har persónar koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan.

FUR hevur havt samband við løgregluna um barnaváttanirnar og hvussu farast skal fram. Løgreglan samstarvar í løtuni við Uttanríkis- og mentamálaráðið um. at gera eina vegleiðing og oyðiblað innan 1. juni, tá lógin fær gildi.

Endamálið við lógini er at fyribyrgja kynsligan ágang móti børnum og ungum undir 15 ár, har persónar í starvinum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan.

Barnaváttanin vísir eitt nú, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur í málum um kynsligan ágang ímóti børnum.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall v.m., í sambandi við revsimál móti børnum og ungum undir 15 ár. Ein barnaváttan minnir um eina revsiváttan, men er kortini øðrvísi, tí upplýsingarnir standa á váttanini í munandi longri tíðarskeið samanborið við eina revsiváttan. Tað stytsta tíðarskeiðið er 10 ár frá tí tíðspunkti, at t.d. viðkomandi hevur sitið dómin, ella at ákæran bleiv slept. Harnæst er tað 20 ár, ella til viðkomandi er vorðin 80 ár, alt eftir hvat slag av revsilógarbrot, ið talan er um.
 
FUR fer at kunna feløgini, tá vegleiðingin og oyðiblaðið er klárt.